Seinnapartin vitjaðu Teitur Joensen og Rógvi Weyhe hjá KÍF, umframt Levi Nybo og Borgar Danielsen hjá StÍF seinnapartssendingina hjá Rás2.
Levi Nybo heldur, at í mun til stigatalvuna er KÍF favorittur til at vinna steypafinaluna í morgin.
Rógvi Weyhe er ikki samdur, hann heldur, at talan verður meira um ein "fifty-fifty" møguleika fyri hvør vinnur.
Teitur Joensen greiddi frá, at fólk í Kollafirði eru so nógv á gosi, at tað er næstan ikki farandi út fyri dyr hjá KÍF-spælarunum.
Rógvi Weyhe er troyttur av at vinna silvurmerki, men hann heldur, at KÍF er komið víðari, aftaná tær taptu FM-finalurnar og steypafinalurnar tey seinnu árini, og at nú er tíðin búgvin til, at KÍF vinnur gull.
Tað ber til at hoyra prátið Tróndur Arge hevði Teit Joensen, Rógva Weyhe, Levi Nybo og Borgar Danielsen undir greinini.