##med2##
Tað er fult uppiborið, at HB stendur sum greipuvinnari.
Tað heldur viðmerkjarin hjá FM1, Teitur Joensen.
Teitur staðfestir, at HB hevði onkrar trupuleikar á vegnum í bæði Betrideildini og í løgmanssteypið, men HB megnaði at yvirvinna trupuleikarnar, og stendur tí sum uppiborin FM-vinnari og steypavinnari í ár.
Teitur og Tróndur Arge tóku eisini samanum eitt gott ár hjá føroyskum fótbólti.
Teitur heldur, at FSF eigur alt rós uppiborið fyri at megna at fullføra allar kappingarnar, hóast mongu avbjóðingarnar við koronu á vegnum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samanumtøkuna hjá Teiti Joensen og Tróndi Arge.