Teitur framúr góða konsert í Stóra Vega

Stóra Vega í Keypmannahavn húsaði konsert við Teiti leygarkvøldið 16. februar Tað var kungjørt at íslendski Helgi Jónsson skuldi hita upp í 35 minuttir áðrenn konsertin við Teiti byrjaði. Helgi er m.a. kendur frá Sigurós og sum solistur. Tað var Tetur sum so pent kom fyrst á pallin í Stóra Vega leygarkvøldið. Teitur vildi presentera Helga Jónsson, sum síðani undirhelt við gónum tónleikið. Meðan Helgi spældi komu fleiri og fleiri gestir, flestu føroyingar og íslendingar. Nýggjasta fløgan hjá Teiti ?The Singer? kom út nakrar dagar áðrenn hesa konsertina og Gaffa gav fult stigatal.

Stóra Vega hevði fult hús leygarkvøldið. Ljóðgóðskan hetta kvøldið var sera góð við ljóðmanninum Jonas Block Danielsen, sum ferðast við Teiti. Teitur spældið saman við bólki sínum fyri tað mesta, men framførdi eisini sum solistur. Teitur var í hopla hetta kvøldið og hann hevði góða kontakt við gestir sínar. Hann prátaði og skemtaði óført. Framúr góða og lívliga lagið nr 5 ?Chaterine the Waitress? á nýggju fløguni ?The Singer? er eitt væl smíðað lag, sum verður eitt satt hitt framyvir. Einaferð knappliga kom Teitur við tónleikarum á pallin við dusini av silvurbakkum ? fult av skúmfidusum til gestirnar. Tað var frískt innslag. Seint á kvøldinum kom lagið Louis Louis og tá kókaði salurin. Teitur hevur við seinastu fløguni ?The Singer? sanniliga prógvað eitt meistaraverk við breidd. Stjørnan er júst tendrað og fer at lýsa leingi. Teitur hevur eina langa konsertferð í Ameriku frá næstu viku til mei.

 

Umrøða og myndir: FO INVASION við Edmund S. Jacobsen