Í gjárkvøldið varð 25 ára hátíðarhald fyri danska Spot Festivalinum. Í hesum sambandi vórðu tvey legatir upp á 25.000 krónir latin tveimum tónleikarum - Fallulah og Teitur.
Teitur, sum gav útgávu sína “I Want to Be Kind” í fjør, fær tað sokallaða RockCruise-legatið hjá DFDS við hesari grundgeving:
- Hann er ein listamaður í konstantari røring og framdrátti. Hann umboðar sangskriving á einum høgum, altjóða støði. Hansara ljóð og musikalska atmosfera eru serstøk, og hansara framførslur eru altíð nærverandi og dragandi.
- Hansara týdningur fyri føroyska og danska sangskattin kann ikki yvirmetast. Uttan mun til um hann hevur spælt heima í Føroyum, í Danmark, Evropa, USA ella Suðuramerika hevur hann skapt virðing og heit sambond fyri og við sínum tónleiki.
Spot Festivalurin grundgevur víðari við at fortelja um hansara imponerandi yrkisleið og endar við at vísa á, hvussu avísin The Guardian og tónleikararnir KT Tunstall og John Mayer hava róst Teiti.
##med2##
Fallulah fær ársins Ethel-virðisløn fyri at hava gjørt ein serligan innsats fyri umstøðurnar hjá kvinnuligum tónleikarum í danska tónleikalívinum. Við sínum Spotify-playlista “Hej Søster” hevur hon gjørt mun við at lova kvinnuligum tónleikarum framat.
DFDS RockCruise-legatið kann brúkast frítt av listafólkunum, sum merkir, at tað kann brúkast í sambandi við konsertir, studioupptøkur ella líknandi.