Teitur: Føroyska avrikið var til UG

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr viðmerkjaran, Teitur Joensen taka samanum føroyska avrikið ímóti Sveis í 28-24 sigrinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna á Rás2, har Tróndur Arge og Teitur Joensen, sum var viðmerkjari tóku samanum avrikið hjá føroyska U21 landsliðnum í tí minniliga 28-24 sigrinum á Sveis í HM-undankappingardystinum í høllini á Hálsi í Havn.

 

Teitur Joensen heldur, at talan var um eitt UG til avrikið hjá føroyska liðnum. Hann heldur, at finnar og ísraelar, sum eru hini bæði liðini í HM-undankappingarbólkinum eiga at óttast føroyska liðið, sum vísti styrki við einum góðum livavriki, og við fleiri málskjúttum.

 

- Hondbólts-Føroyar eru ótrúliga fegnar í kvøld, staðfestir Teitur Joensen. 

 

Einasta nevniverda, sum er at finnast at er, at tað kiksaði við útskiftingunum, og tað kostaði nakrar keðiligar tveir minuttirs útvísingar. 

 

Teitur Joensen undirstrikar, at nú hava vit eina sera áhugaverda HM-undankapping, tí vit hava vunnið á tí liðnum, sum var styrkismett ovast. Teitur tekur ikki nakað fyri givið, men staðfestir, at tá føroyska U21 landsliðið kann vinna á Sveis, so ber eisini til at vinna á Ísrael og á Finnlandi, men tá skal sjálvandi stríðast og arbeiðast fyri tí.

 

Føroyar spæla ímóti Ísrael klokkan 18 í annaðkvøld. Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2. Sendingin byrjar klokkan 17.40.