Tað er stutt frá stemmubondunum til hjartastreingin, tá ið Teitur syngur sínar sangir. Tað heldur ummælari hjá Politiken, sum rósar seinastu útgávuni hjá Teiti Teitur hevur fingið fleiri sera góð ummæli fyri seinastu útgávuna hjá sær, The Singer.
Nú hevur blaðið Politiken eisini ummælt fløguna, og eisini teirra ummælari er fullur av lovorðum um útgávuna.
- Teitur rakar eina nerv, tí fólk uppliva, at tað er ikki so langt frá stemmubondunum til hjartastreingin, tá Teitur syngur, skrivar ummælarin Kim Skotte.
Hann heldur, at The Singer staðfestir, at Teitur er ein sangari á altjóða støði. Politiken gevur útgávuni hjá Teiti fimm av møugliga seks hjørtum.