Teitur bjargar G!

Um lítlan tíma fer Teitur á pall á Gøtusandi. Hann kemur sum ein heilt ótrúliga kærkomin erstatningur fyri tey trý útlendsku nøvnini, ið eru avlýst.

 

At erstatta tríggjar høvuðsnavnakonsertir er ikki ein heilt lítil uppgáva. Men tað skal Teitur eftir førimuni royna kl. 23.35 í kvøld.

 

- Hatta var sera óheppið fyri G! festivalin, sigur Teitur, sum varð uppringdur av Jón Tyril fyrr í dag.

 

- Men eg eri sjálvsagt glaður fyri at kunna traðka til og geva eina hjálpandi hond. Tað er nokk eyðkent fyri føroyingar at standa saman, tá neyðin rakar, sigur Teitur.

 

Fyri tíðina hevur Teitur spælt konsertir runt í Skandinavia. Í síðstu viku spældi hann í Gøteborg.

 

- Eg skifti øgiliga ofta stíl. Viðhvørt er tað við orkestri og aðrar tíðir ikki. Í kvøld fari eg so á pall uttan bólk, sigur Teitur sum, tá samrøðan varð gjørd, ikki hevði havt tíð til at gjørt setlistan til konsertina í kvøld.

 

- Eg eri ordiliga glaður fyri at kunna spæla í kvøld, og eg gleði meg nógv. Av tí at eg havi spælt nógv í síðstuni, so eri eg í góðari venjing nú, sigur Teitur.

 

Teitur fyrireikar seg annars til at fara á eina heimsturné í heyst.

 

- Byrjað verður í USA, síðani Skandinavia og til síðst Europa, sigur Teitur, sum á turné'ini skal spæla einar 50 konsertir. Til turné'ina hevur Teitur gjørt eina nýggja EP við 4 sangum.