18 ára gamli Teit Jacobsen, sum fyrst í hesum árinum skifti úr HB til danska Superligu-felagið, SønderjyskE, má bíða nakað enn eftir at fáa sín fyrsta dyst á besta liði teirra.
SønderjyskE hevur kunngjørt hópin, sum í morgin fer at spæla ímóti Esbjerg, og Teit Jacobsen er ikki partur av hópinum.
Felagið hevur fingið fleiri nýggjar leikarar, og í morgin kunnu Christian 'Greko' Jakobsen, Marko Mitrovic, Nicholas Marfelt og Simon Poulsen fáa debut.
Íslendski Eggert Jónsson er skaddur og fær eiheldur debut. Bold.dk skrivar, at teir síðstu tveir nýggju, Patrick Born og Teit Jacobsen, bara ikki eru við í hópinum.










