Tað tykist púra vist, at Teit Jacobsen skiftir til Sønderjyske í næstum. HB og Sønderjyske er samd um ein prís, meðan tað ljóðar, at Teit Jacobsen og Sønderjyske somuleiðis eru komin á mál við samráðingunum.
Les eisini: HB selt Teit Jacobsen
Tað ljóðar, at sáttmálin verður endaliga undirskrivaður ein av komandi døgunum. Teit Jacobsen hevur eftir kappingarenda verið og vant við Sønderjyske. Har eru báðir partarnir glaðir fyri tað, sum teir hava sæð.
Les eisini: Sønderjyske vil hava Teit
Finnbogi Arge, formaður í HB, hevur váttað fyri in.fo, at HB og Sønderjyske eru komin ásamt um prísin. Tá greiddi hann frá, at talan er um upp til tíggjar møguligar inntøkur fyri HB. Eina upphædd fyri at skifta, síðani eru ásetingar, sum geva HB pengar so hvørt hann spælir dystir fyri Sønderjyske. Seinasti møguleikin er, at um Teit Jacobsen verður seldur víðari, so fær HB ágóðan av tí.