Teit Jacobsen: Súrt og keðiligt

(Rás2) Teit Jacobsen iðrar seg um sigurin sum var mistur ímóti dystarenda

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Teit Jacobsen aftaná føroyska U21-landsliðið hevði spælt javnleik 2-2 ímóti Póllandi á Tórsvølli fyrr í dag.

 

- Hetta er keðiligt, hetta er súrt. Soleiðis lýsti Teit Jacobsen vónbrotið um, at tað eydnaðist Póllandi at javna til 2-2 tá meir enn 94 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Hóast vónbrotið um mista sigurin, staðfestir Teit Jacobsen, at talan var um eitt gott avrik hjá føroyska U21-landsliðnum í U21 EM-undankappingardystinum ímóti Póllandi.