Fyri einum ári síðani skifti evnaríki føroyski leikarin, Teit Jacobsen, úr HB til danska Superliga-felagið, Sønderjyske, sum keypti føroyska leikaran leysan úr sáttmálanum. Teit Jacobsen skrivaði tá ein trý ára sáttmála við Sønderjyske.
Hóast Teit Jacobsen hevur verið í hópinum til onkran dyst hjá Superliga felagnum hetta árið, ið hann nú hevur verið í felagnum, hevur føroyski leikarin enn sína debut til góðar fyri besta liðið hjá Sønderjyske.
Men í vár røkist fyri, at tann debutin kann koma. Í øllum førum hevur Teit Jacobsen fingið ein munandi størri leiklut á liðnum hjá Sønderjyske hendan uppstartin í mun til hvat hann frammanundan hevur havt. Teit Jacobsen gleðist yvir gongdina.
- Í løtuni spæli eg meira enn eg áður havi gjørt, og tað er gleðiligt. Tað gongur betur og betur hjá mær, og nú havi eg fingið spælitíð fyri besta liðið og eitt mál í seinastu trimum dystunum, so tað eri eg glaður fyri. Eg merki, at eg eri í góðum formi í løtuni, sigur Teit Jacobsen.
Fyri einari tíð síðani ljóðaði annars álítandi, at Teit Jacobsen, skuldi leigast út til annað danskt felag komandi hálvárið, men tað er ikki líka víst longur. Í annaðkvøld letur flytingarvindeygað í donskum fótbólti aftur. Teit Jacobsen sigur, at hann enn ikki veit, hvussu status verður hjá sær persónliga í annaðkvøld.
- Tað er ikki staðfest enn, um eg skal leigast út ella ikki, men um ætlanin ikki er, at eg skal koma nærri liðnum, eri eg opin fyiri tí. Sum nú er arbeiði eg tó so hart sum eg kann, og royni at koma nærri Superliga liðnum hjá Sønderjyske, sigur Teit Jacobsen.
Teit Jacobsen er 19 ára gamal, og hevur í Føroyum bert umboða barndómsfelagið, HB.










