Teit: Eg komi ikki aftur til Føroya

Á ólavsøku hevði Teit Jacobsen tað ringt. Hann longdist eftir HB-troyggjuni og Gundadali

Á ólavsøku í ár hevur Teit Jacobsen tað ringt. HB og KÍ spæla fyri fullum húsi í Gundadali, og tað er næstan einki, ið orkuríki vongurin heldur vil, enn at verða á vøllinum í reyðu og svørtu troyggjuni.

 

Keyp Sosialin á netinum HER

 

- Eg fylgi væl við í HB og hyggja eftir øllum dystunum, sum eg kann. Tann dagin hevði eg gjarna vilja spælt við HB, sigur Teit Jacobsen, sum tó hevur tikið eina avgerð um, at so verður ikki.

 

- Tað er ringt at venja seg við, at daman og vinmenninir eru í Føroyum, men eg fái nakað, sum fá sleppa at uppliva. So eg vil heldur hava tað 80 prosent gott í sosiala lívinum og liva dreymin, enn slett ikki at fylgja dreyminum, sigur U21 landsliðsspælarin.

 

(Brot úr grein "11 mánaðir í mótgongd" í Sosialinum í dag, 8. novembur, sum kemur í hvørt hús)

 

Tað ljóðaði í summar, at HB ynskti at leiga Teit Jacobsen fyri seinnu hálvu, men Sønderjyske vildi ikki.

 

-Tað síggi eg sum nakað positivt, tí tað merkir at teir síggja okkurt í mær. Tú skal aldrin siga aldrin. Um eg ikki fái sáttmála í framtíðini, kundi eg kanska funnið upp á at komi heim at venda, men eg havi fyrireikað meg upp á at búgva uttanlands í eini 15 ár, sigur Teit Jacobsen avgjørdur á málinum.

 

Teit Jacobsen og U21 landsliðið skulu fríggjadagin klokkan 16.45 spæla móti Póllandi á Tórsvølli. Rás2 og In.fo siga beinleiðis frá dystinum. Les alla greinina um Teit Jacobsen í mikudagssosialinum.