Teistin siglir ongan túr í dag

Tað er nú greitt, at strandfaraskipið Teistin, sum í allan dag hevur ligið í Skopun, fer ongan túr at sigla í dag.

Líkindini í Skopun hava verið so vánalig í dag, at nú er endaliga gjørt av, at Teistin als ikki loysir fyri dagin.

Portalurin hevur fingið filmsklipp, sum lýsir, hvussu umstøðurnar hava verið í Skopun í dag, og haðani hava vit klipt viðheftu myndir.

Jens Petur Brattalíð á Strandfaraskipum Landsins sigur, at Teistin verður liggjandi í Skopun, til líkindini batna.

Tað er kokkurin á Teistanum, Erling Arnarson, sum eigur viðheftu myndir.

Portalurin kann leggja aftrat, at Smyril, sum fór av Krambatanga klokkan 14 í dag og nú liggur í Havn, siglir av aftur Havnini í kvøld klokkan 18.30.