Teistin siglir ikki vegna brim

Longu seinnapartin í gjár hevði Teistin trupulleikar við brimi í Skopun, og í morgun verður ikki siglt fyribils.

 

Í morgun boða Strandfaraskip Landsins frá, at Teistin siglir ikki vegna brim, og tað verður ikki fyrr enn um middagsleitið í dag, at ferðafólk, ið ætla sær um Skopunarfjørð, kunnu vænta sær nærri boð.

Longu seinnapartin í gjár hevði strandfaraskipið trupulleikar við brimi í Skopun. Tá skipið kom til Skopunar um 18-tíðina í gjár, noyddist Teistin at liggja inni í havnini í Skopun og bíða, til portrið var latið aftur.

Og tað var ikki, fyrr enn portrið varð latið aftur, at skiparin á strandfaraskipinum hættaði sær at leggja skipið at, soleiðis at ferðafólk og bilar trygt kundu fara í land.

Tað tekur sína tíð at lata portrið í havnini í Skopun aftur, og tí vórðu ferðafólk og bilar seinkað í land í Skopun í umleið eitt korter. Í gjárkvøldið vóru eisini avlýsingar á farleiðini millum Skopun og Gomlurætt.