Tað er so vánaligt veður í kvøld, at strandfaraskipið Teistin er givin at sigla og siglir ikki meira restina av kvøldinum.
Soleiðis verður Teistin liggjandi í Skopun, eftir at skipið fór seinasta túrin av Gomlurætt til Skopunar klokkan 17.15 í dag.
Samstundis, sum Teistin ikki siglir meira í kvøld, eru Bygdaleiðir í Sandoynni, leið 600 og 601, eisini givnar at koyra.