Teistin siglir aftur um Skopunarfjørð

Nú klokkan 10.30 fór strandfaraskipið Teistin aftur úr Skopun eftir at hava ligið fyri veður í morgun.

Strandfaraskipið Teistin hevur ligið í morgun vegna veður, men nú klokkan 10.30 fór skipið aftur úr Skopun.

 

Umborð á Teistanum siga teir, at líkindini hava verið ófantalig fyrr í morgun, og eisini hevur nakað av brimi verið í Skopun.

 

Nú er væntandi, at skipið fer at sigla teir næstu túrarnar í dag, og so er spurningurin, hvussu verður, tá kvøldtúrarnir koma.

 

Veðrið hevur tarnað siglingini hjá Teistanum og Smyrli, og sambært aðrari grein her á in.fo í morgun, siglir Smyrli eftir broyttari ferðaætlan.

 

Bygdaleiðir koyrdu heldur ikki teir fyrstu túrarnar í morgun.

 

Viðhefta mynd er tikin, tá Teistin fór fyrsta túr úr Skopun í morgun nú klokkan 10.30.