Teistin mátti aftur at bryggju í Skopun

Strandfaraskipið Teistin mátti í gjárkvøldið venda aftur til bryggju í Skopun. Orsøkin var, at eitt barn var eftir í einum bili, sum stóð eftir á bryggjuni. Foreldrini vóru bæði umborð á Teistanum.

Tá Teistin í gjárkvøldið loysti frá bryggju í Skopun, stóðu nógvir bilar eftir, tí pláss var ikki fyri øllum. Rokaligt kann vera slíka løtu, og fleiri ferðandi gjørdu av at lata bilin standa eftir, og fara við yvirum fjørðin, fyri at manningin síðani koyrir bilin umborð seinni.

Men ikki øll vistu av hvør øðrum, og ein mamma fór umborð og uppá. Pápin kom nakað seinni, men bæði hildu hin hava tikið barnið umborð. Men so var ikki, og barnið var tískil eftir í bilinum á bryggjuni. Teistin bakkaði eitt sindur frá, men tá boðini komu um hetta, legði Teistin aftur at bryggju, og alt lagaði seg.

Nógv ferðsla er um høgtíðirnar og nógv fingu ikki bilin við um Skopunarfjørð, og tá er ikki óvanligt, at manningin tekur sær av hesum og at bilurin kemur í seinni farti.

Hendingin seinkaði ikki Teistanum, verður sagt umborð á Teistanum.