Gongst sum ætlað, verður Teistin settur aftur í rutusigling um Skopunarfjørð antin leygardagin ella sunnudagin.
Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni.
Tað var sunnukvøldið at eitt tekniskt brek elvdi til, at hann ikki fekk manøvrera tá ið hann var komin inn í havnarlagið á Gomlurætt og tískil fór hann á land
Síðani hava kanningar víst, at hann hevur fingið eina rivu í kúlustevnu og síðani er hann drigin upp á skipasmiðjuni, Mest, í Havn.
Stjórin á Strandferðsluni sigur, at fríggjadagin verða tey á Mest liðug at sveisa skaðan í kúlustevninum aftur.
Serfrøðingar av verksmiðjuni, sum hevur gjørt motorin, er eisini komin til Føroyar og hann er 99 prosent vísur í, at hann hevur funnið tann mekaniska feilin, sum gjørdi at Teistin misti evnini at manøvrera.
Hilmar Eliasen sigur, at tað er ein ventilur, sum stýrir oljutrýstinum, ið er farin. Eykalutur er bílagdur og kemur væntandi til Føroya í kvøld.
Hann er skjótur at seta í, tað tekur bara tríggjar tímar, men so skal skipanin roynast og tí skal Teistin ein royndartúr fyri at tey kunnu vera fullvís í, at tað aftur er forsvarligt at seta Teistan í sigling aftur.
Gongst sum ætlað, verður Teistin tískil aftur settur í sigling leygardagin ella sunnudagin.
Til Teistin verður klárur aftur, verður tað Ternan, sum røkir siglingina um Skopunarfjør og Jósup røkir siglingina ímillum Havnina og Nólsoy. Harafturat verður Sam tøkur til farmatúrar til Nólsoyar og er neyðugt við bráðneyðugum flutningi, hevur Strandferðslan eisini tryggjað sær, at Tyrlan er tøk.
Stjórin sigur harafturat, at nú Teistin hevur verið á beding, og tá ið Ternan var á beding, er tíðin eisini brúkt til vanligt eftirlit. Í hesum sambandi er botnurin reinsaður og smurdur, og annað arbeiðið er gjørt, so hendur onki óvæntað, skulu tey bæði skipini sosatt ikki aftur á beding í ár.










