Teistin gevst at sigla

Fyri veður siglir Teistin seinasta túrin úr Skopun í kvøld klokkan 18.30 og av Gomlurætt klokkan 19.15.

Fyri veður siglir Teistin seinasta túrin úr Skopun í kvøld klokkan 18.30 og av Gomlurætt klokkan 19.15.

 

Ivasamt er eisini, hvussu verður við siglingini eftir klokkan 09 í morgin. Líkt er nevniliga til, at illsliga veðrið eisini kann fara at ávirka siglingina í morgin.

 

Strandfaraskip Landsins siga á síni heimasíðu, at vegna vánaligar veðurforsagnir kunnu møguligar avlýsingar verða hjá Teistanum eftir klokkan 09, mikudagin 10. desember.

 

Teistin sigldi heldur ikki báðar teir fyrstu túrarnar í morgun.

 

Sambært ferðaætlanini skuldi skipið fara úr Skopun klokkan 06.45 og klokkan 08.10, men loyst varð ikki í Skopun fyrr enn klokkan 10.30 í morgun.