Strandferðslan fær nú eitt skip afturat, sum skal setast í sigling ímillum Gomlurætt og Skopun, og hetta skipið fer so at sigla upp á Sandoynna afturat Teistanum.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta 10 milliónir til endamálið.
Hann sigur, at tørvurin á flutningi ímillum Sandoy og meginøkið, økist alsamt, og nú munar Teistin ikki longur, hóast hann siglur so nógv, hann hevur loyvi til, tá ið hugsað verður um altjóða reglur og sáttmálar við manningarfeløg.
Síðani farið var undir at bora Sandoyartunnilin, er tørvurin munandi øktur á at flyta stórar betongbila um Skopunarfjørð.
Hvør av hesum bilum tekur pláss frá umleið átta persónbilunum. Samstundis fer brúk fyri nógv meiri flutningi í sambandi við alivinnuna í Sandoynni
Harafturat verður farið undir at gera tunnil til Dals og eisini í tí sambandi verður tørvur á meiri flutningin.
– Allar metingar hjá Strandferðsluni vísa, at stovnurin klárar ikki hesa uppgávu við verandi flota, sigur Jørgen Niclasen.
Eitt skip kann útvegast fyri einar 10 milliónir, og tað fer at kosta sjey milliónir um árið at reka, men Strandferðslan væntar at klára at fíggja tað við inntøkum av øktum farmaflutningi.
Víst verður eisini á, at arbeiðið at smíða eykabátin til Strandferðsluna verður mett at verða liðugt í mai 2020. Og ein nýggj meting frá Strandferðsluni er, at áleið 10 milliónir krónur til endamálið verða ikki brúktar í ár, men verða brúktar næsta ár ístaðin.