Strandfaraskipið Teistin skuldi loyst á fyrsta túri í morgun klokkan 06.45, men nú klokkan er farin av hálvum átta, liggur skipið framvegis við bryggju í Skopun.
Í innsiglingini til havnina, har Teistin liggur á nátt, er eitt portur, sum teir plaga at draga fyri, tá tað runar í sjónum, og soleiðis hevur verið í nátt.
Nú skipið skuldi loysa á fyrsta túri í morgun, ber ikki til at fáa portrið frá. Einar tvær smáar maskinur hava verið niðri á bryggjuni og hava roynt at hálað, men einki hevur borið til.
Fyri løtu síðan segði skiparin í hátalaranum, at teir vita ikki, hvat er galið við portrinum, og soleiðis vita teir heldur ikki, nær Teistin loysir - og um hann loysir.
Skiparin legði aftrat, at fólk, sum hava hug at fara í land aftur, sleppa í land, tí í løtuni røkist einki fyri, at Teistin sleppur út úr havnini í Skopun.
Sambært ferðaætlanini skuldi Teistin farið av Gomlurætt og aftur til Skopunar klokkan 07.30, men tann túrurin verður av ongum.
Á heimasíðuni hjá SSL hava tey nú boðað frá, at trupulleikar eru við portrinum í havnini í Skopun, og her verður lagt aftrat, at fyribils er eingin sigling um Skopunarfjørð.
##med2##
Dagføring:
Túrurin úr Skopun klokkan 08.10 varð heldur ikki sigldur, og nú eru nógv ferðafólk, sum annars fóru umborð til fyrsta túr klokkan 06.45 og hava sitið umborð síðan, farin til hús aftur.