Tunnilsfundurin, sum skuldi vera í Deplinum í Skálavík klokkan seks í kvøld, verður av ongum.
Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, sigur, at veðrið er onki serligt og at strandferðslan hevði boðað frá, at Teistin sigldi seinastu ferð av Gomlurætt klokkan 17.
Men nú er greitt, at tann túrurin verður heldur ikki sigldur, tí boðini frá Strandferðsluni eru, at tað brim í Skopun, sigur Brandur Sandoy.
Á fundinum skuldi umboð fyri grannskoðaravirkið Spekt leggja útgreiningar fram um, hvussu ein undirsjóvartunnil kann fíggjast og hann hevur samanborið tað við fersjusambandið, sum nú er.
Men maðurin frá Spekt slapp ikki í Sandoy og tískil er fundurin avlýstur, ið hvussu so er fyribil










