Strandferðslan boðar í morgun frá, at Teistin ikki siglir um Skopunarfjørð fyribils vegna tekniskt brek.
Í staðin siglir Silja Star úr Skopun nú klokkan 8.40 og av Gomlurætt klokkan 9.00.
Samstundis boðar Strandferðslan frá, at bussur koyrir av Gomlurætt til Havnar klokkan 9.00.
Av Strandferðsluni verður sagt, at talan var um ein alarm, ið fór í gongd, men roknað verður við, at Silja Star bert siglir omanfyri nevndu túrar, áðrenn Teistin aftur ferð í sigling.