Teis Horn Rasmussen heldur fast í góðu gongdini hjá sær í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.
Í kvøld gjørdist Teis aftur toppskjútti hjá Follo, ið vann 30-24 (12-12) á Melhus á útivølli. Teis skoraði sjey mál og legði upp til trý mál.
Follo er bert eitt stig frá triðja plássinum, ið gevur rætt til at spæla uppflytingardystir móti einum liði úr bestu deildini.
Sandefjord hevur 39 stig og Follo hevur á fjórða plássinum 38 stig. Komandi mikukvøld hevur Follo heimadyst móti deildarvinnarunum, Viking TIF. Samstundis spælir Sandefjord á útivølli móti liðnum hjá Tróndi Mikkelsen og Juliani J. Kragesteen, Ryger Stavanger á útivølli.
Ryger Stavanger vann í kvøld 29-23 á Nøtterøy á heimavølli. Í steðginum var Nøtterøy á odda 15-13, men í seinna hálvleiki kom Ryger á lagi vann at enda trygt.
Julian skoraði eitt mál og legði upp til trý mál.
Ryger er nummar fimm í deildini við 30 stigum, og tað er staðfest, at teir vera nummar fimm óannsæð hvat hendir í seinasta leikumfarinum.