Teir 'veiku' stólarnir eru teir bestu

Brúkarateigur

Ein babysittari (skrástólur) skal ikki vera sum ein abbastólur, við fótskamli og oyraklaffum, tí so fær barnið ikki rørt seg frítt. Ein polstraður og makligur stólur leggur upp til, at barnið verður sitandi alt ov leingi.

- Eitt barn, ið situr ov leingi í babysittara, fær skeivt høvd og skeivan nakka, sigur heilsusysturin Else Guldager, í samband við at 12 babysittarar og bilbarnastólar eru kannaðir av danska stovninum Forbrugerinformation.

Heilsusysturin metir, at tað eru teir løttu og bíligu babysittararnir, ið danda, sum vit eiga at velja - fram um teir dýru lenistólarnar, sum kunnu broyta sitistøðu og annað 'raffinerað'.
Stólurin skal kortini vera sterkur og ikki hava hvassar kantar ella sprekkur at klemma smáu fingrarnar í. Hann skal ikki hava nakað dingl, sum barnið kann fáa í munnin, og lásið skal kunna halda barninum. Ikki allir teir kannaðu stólarnir luku hesi krøv.

Tað vóru ikki álvarslig brek á stólunum, men okkurt var heldur óheppið, so sum at onkur stólur mundi koppað ella gliðið, og at honkin ofta datt av. Innflytararnir av hesum stólum hava sagt seg vilja bøta um hesar trupulleikar.

Av teimum løttu babysittarunum, sum danda og sum einans hava eina situstøðu, var tað Ikea Finurlig, sum fekk besta skoðsmálið, tá talan var um prís og góðsku. Av teimum størru stólunum, við fleiri sitistøðum, var Chicco lux tann, sum best livdi upp til krøvini um trygd, haldgóðsku og støðufesti.