Teir víðgongdu fingu sekkin

Teir víðgongdu høgraflokkarnir í Póllandi fingu ein so dyggan frammaná á valinum í gjár, at teir ruku úr tjóðartinginum

Jaroslaw Kaczyski, for­sætis­ráðharri, noyddist í gjár­kvøldi at ásanna, at stjórn­ar­samgonga hansara hevði tapt valið, og at eitt stjórn­arskifti var á veg.

Persónliga kundi forsætis­ráðharrin ugga seg við, at hansara egni flokkur, PiS, fekk 31 prosent av atkvøð­un­um og sostatt fýra prosent­stig í framgongd. Men trup­ul­leiki hansara var, at teir báðir víðgongdu stuðuls­flokk­­arnir fingu ein so dygg­an frammaná, at teir mistu øll síni umboð á tingi. Á seinasta vali fingu teir báðir flokkarnir ávikavist 11 og 8 prosent, men í gjár fingu teir minni enn eitt prosent í part.

Tann stóri sigursharrin var tann frælslynti flokk­ur­in, sum fekk 44 prosent av atkvøðunum. Tað gevur flokkinum 227 av teimum 460 tinglimunum, og sostatt vantar flokkinum bara fýra tinglimir í at hava meiriluta einsamallur. Men flokkurin hevur tryggjað sær stuðul frá bóndaflokkinum, sum fekk 27 tinglimir, og sostatt hevur tann frælslynti floks­formaðurin, Donald Tusk, tryggjað sær tryggan meiri­luta í tinginum.

Nærri Evropa

Hinvegin er einki at ivast í, at tann nýggi forsætis­ráð­harrin kann fáa trupullerikar við forsetanum, Lech Kaczyn­ski, sum longu hev­ur lovað at órógva arbeiðið hjá tí nýggja stjórnar­leið­ar­anum. Men forsetin sleppur ikki at gera, sum honum lystir, tí Vinstrasamgongan hevur lovað at stuðla stjórn­ini ímóti forsetanum, og við atkvøðunum hjá Vinstra­sam­gonguni hevur stjórnar­sam­gongan nóg nógvar at­kvøður fyri at seta sýt­ing­ar­rættin hjá for­set­anum til viks, skrivar NTB.

Í ES varð bíðað við spenn­ingi eftir valinum í Póllandi. Kaczynski-brøðurnir hava verið tungir hjá ES at dansa við, men ein talsmaður fyri Donald Tusk segði í gjár­kvøldið, at tann nýggja stjórn­in fer at føra Pólland aftur í hjartað í Evropa, sum hann málbar seg.