Fleyr b-Fleyr a 0-2
(9-21, 12-21, 6-21, 10-21)
At vera tann minsti í flokkinum er ikki altíð tað stuttligasta, men tað er altíð onkur, sum fær ta uppgávuna, og í meistaradeildini hjá monnum er tað Fleyr b, sum hevur fingið henda súra kjansin.
Teir spæla móti gomlum garvaðum leikarum, sum spæla við eini ferð, sum ger, at hesir ungu kikka eftir ondini, eftir lítlari løtu. Men tað eru treytirnar tá ein váðar sær at stinga høvdið inn í úlvsins kjaft.
Smurdir av
Hóast tað ongantíð var nakar sum helst ivi um hvør fór við sigrinum hóskvøldið, so skulu ungu leikararnir eiga tað til rós, at teir ikki góvust á hondum, um enn mótstøðan var stór.
Teir spældu sítt spæl og royndu eftir førimuni at fáa sítt spæl at koyra, og viðhvørt eydnaðist tað.
Tað skal nú ikki tann stóri matematikkarin til fyri at síggja, at dysturin ongantíð gjørdist serliga spennandi, og at hann heldur ikki gjørdist serliga drúgvur. Til tað var munurin alt ov stórur. Álopsstyrkin hjá Fleyr a var alt í verðini ov stór til at teir ungu, sum annars vóru styrktir við Jóannesi Ejdesgaard til henda dystin, høvdu nakran møguleika yvirhøvur.
Tummas Óli hevði lætt spæl tí móttøkan hjá a-liðnum var ikki so galin hóskvøldið, og tað ger arbeiðið hjá hevaranum munandi lættari at fara til. Tí høvdu Jan, Klæmint og hinir á liðnum tað lætt, og teir skulu ikki biðjast fleiri ferðir áðrenn teir taka av.
Royndu tað teir dugdu
Sum nevnt, so góvu teir ungu dreingirnir ongantíð skarvin yvir, og tað eiga teir rós fyri. Tá leikararnir eru so ungir, er lætt at vera ávirkaður av nervum, men tað er gott at síggja, at teir gera sítt ítarsta á vøllinum.
Tað gjørdu knassarnir hóast teir spældu móti yvirmaktini, og tí fingu teir fleiri fínar bóltar ígjøgnum til tíðir.
Fleiri álop á miðjuni vóru buldraði ígjøgnum, og tað kom eisini fleiri ferðir fyri á kantinum eisini.
Móttøkan koyrdi ikki altíð so væl, men tað skal sigast, at ungu dreingirnir vóru kortini ikki bangnir fyri at fara inn og gera ein innsats.
Jóannes er á veg
Sum nevnt, so vóru ikki allir teir ungu so ungir kortini. Á liðnum var eisini Jóannes Ejdesgaard, sum nú er byrjaður aftur at spæla. At hann er við hevur sjálvsagt sína positivu ávirkan, men tað skal eisini sigast, at Jóannes verri enn so er komin í venjing, og tí kann hann gerast nógv betri. Eingin ivi um tað.
Hjá hinum leikarunum á liðnum er ein vegur fram, og er tað venjing, venjing og venjing. Teir hava allir flogbóltin í sær, og tað sæst, at teir við skipaðari venjing kunnu gerast tann framtíð, sum Fleyr hevur brúk fyri.
Teir hava flogbóltin í sær, og hava eitt nú við úrslitinum í Danmark í fjør víst, at teir hava evnini. Men hóast evnini eru til staðar, so kemur restin ikki av sær sjálvum. Venjing skal til, og viðhvørt er tað at tapa eisini venjing.
Besta boðið
Hjá teimum »gomlu« er støðan tann sama, sum hon var eftir dystin í Klaksvík. Fleyr a er einsamalt á odda, og tað er einki yvir at dylja, at Fleyr a er nógv tað besta boðið upp á ein meistara í ár.
Dysturin í Klaksvík vísti at liðið hóast mótgang kann vinna, og tað er ein styrki í sær sjálvum, at hóast tað viðhvørt gongur ímóti, so skal arbeiðast fyri at vinna tað innaftur.
Tann dysturin vísti eisini, at hóast umstøðurnar kring spælið ikki altíð eru av teimum bestu, so fer liðið ikki niður við nakkanum.
Eitt annað, sum dysturin í Klaksvík vísti var, at liðið hevur spælarar, sum umframt at sláa eisini duga at hyggja eftir hvar spælast skal fyri at fáa mest burturúr, og tað hevðI millum annað við sær, at venjarin hjá Mjølnir var koyrdur troyttur áðrenn tíð.
Kortini er tað eingin loyna, at júst Mjølnir kann fara at gerast harðasti kappingarneytin hjá Fleyr, tá til stykkis kemur, tí tá tað liðið er samanspælt, vera teir vandamiklir.