Ja so hendi tað aftur, at í hesum føri bleiv B71 trumlað niður í hesum føri.
Tað sum B36 ger, er sera vánaligt og ósportligt. Fyrst løgdu teir eftir málmanninum, men hann var somikið heilhjartaður B71-ari, at tað gekk ikki.
Men B71 skuldi álíkavæl nívast. Teir løgdu so sum Judas við silvurpeningi eftir útispælara, og stóð hann ikki ímóti freistingini.
Hettar er sera hugstoytt. B71 roynir við tungari fígging at venja spælara frá óvitanum av, og tá ið teir eru búnir – so eru millióningarnir hjá B36 har – haps.
Eg skilji ikki, tá ið teir fáa so góðar treytir, og hví tað ikki verður kunngjørd hvørjar treytirnar eru.
Og dreygar tað seg um pengar – eigur so ikki keisarin at fáa sítt.
B36 eigur so nógvar góðar spælarar, at teir mátti verið synd at sett teir til síðis fyri sokallað bygdagrell.
Eg eigi sjálvur tveir stak fittar abbasynir, ið eru ógvuliga glaðir fyri at spæla við B36. Eg vóni ikki at eg komið at uppliva, at teir koma at sita á bonkinum fyri tveir keyptar abbasynir úr B71.
Við ítróttarkøvðu.