Teir smáu eru illa við

Paranoia, kallar Jenis av Rana úr Miðflokkinum handfaringina hjá Fólkaflokkinum av einari eldfimari bók, sum nærkast útgávudegnum. Smáu flokkarnir eru illa við av nýggjasta keglinum í samgonguni, og Kári P. Højgaard væntar ikki, at samgongan situr skeiðið út

Tú skuldi ikki hildið, at nakað kann skelka flokkarnir, sum samstarva í politisku samgonguni. Teir hava upplivað so mangt. Men brævið, sum Fólkaflokkurin hevur sent Tjóðveldisflokkinum hevur kortini gjørt umboðini fyri smáu flokkarnar illa við.
Í brævinum skriva tingmenn Fólkafloksins millum annað, at »tað hevur ljóðað, at bók er ávegis, sum hevur til endmáls at sverta umdømið hjá Anfinni Kallsberg og soleiðis at beina fyri tí áliti, føroyingar hava á løgmanni«. Eisini siga fólkfloksmenn seg »hava frætt, at Tjóðveldisflokkurin eigur lut í hesi útgávu«.

Helst bangnir
Læknin og tingmaður Miðfloksins, Jenis av Rana, er skjótur at seta diagnosuna, tá við spyrja hann, hvat honum dámar ákoyringarnar hjá Fólkaflokkinum.
? Hetta líkist mest av øllum paranoia, sigur Jenis av Rana. Ella vita teir meira enn vit onnur, leggur hann afturat.
Ógvusliga reaktiónin hjá Fólkaflokkinum upp á eina bók, sum enn ikki er útkomin og eingin kennir innihaldið av, hevur eftir øllum at døma skatt flokkin meira, enn, um teir høvdu tagt. Tað heldur maðurin í miðjuni í øllum førum.
? Tað er løgið, at Fólkaflokkurin er farin at klandrast um nakað, sum ongin veit nakað um. Tað sigur mær tað sama, sum tað sigur øðrum. Teir eru bangnir. Hvat er tað, teir hava at krógva?, spyr Jenis av Rana.
Hann heldur ikki, at tað kann koma óvart á nakran, at nakrir journalistar hava sett sær fyri at kanna, hvat hendi tey árini, tá Anfinn Kallsberg var bókhaldari á Frostvirkinum í Norðdepli, tí málið hevur hingið í luftini í nógv ár.
? Øll vistu, at tað mátti koma. Tosað hevur verið um fortíðina hjá løgmanni í fleiri ár, og tey flestu hava vónað, at løgmaður fór at vera reinsaður, men reaktiónin frá Fólkaflokkinum fær meg at óttast, at teir vænta tað øvugta, sigur Jenis av Rana.
Kemur bókin við prógvum um, at okkurt ólógligt fór fram, tá løgmaður fyri góðum 20 árum síðan var bókhaldari á Frostvirkinum, so heldur Jenis av Rana, at samgongan hevur ein álvarsligan trupulleika.

Á deyðastráð
Kári P. Højgaard, tingmaður Sjálvstýrisfloksins, vil ikki siga so nógv um málið, tí tað er millum stóru flokkarnar í samgonguni, men hann undrast.
? Eg skilji hetta als ikki. Eg kenni ikki innihaldið í bókini, og tí kann eg einki siga um hetta. Eg trúði, at hetta var úti av verðini. Um tað aftur verður sáddur ivi um løgmansembæti, so er tað ótrúliga óheppið, sigur Kári P. Højgaard.
Spurdur, hvat hetta merkir fyri samgongustevið, vísir hann á tað, hann áður hevur sagt.
? Eg meti stevið í samgonguni at vera so vánaligt, at eg vænti ikki, at hon situr tíðina út.