Teir rekja línuna um

- Tað er ringt at fáa fólk at egna. Tó er tað eitt sindur frægari at fáa fólk, tá vit rekja línur um, sigur landformaðurin Jóhan Hansen av Langasandi.

Og tá er líkamikið um báturin, sum teir egna hjá hevur havt avbera góðan fiskiskap.

Tá ein tosar við útróðrarmenn kring landið, er støðan hin sama: Tað vísir seg at gerast alt truplari at fáa fólk at egna stamparnar.

Ein skal ikki hava tosað leingi við Jóhan av Langasandi fyrrenn ein kann staðfesta sama veruleikan í hesum økinum: Tað er eisini ringt at fáa egnarar her!

- Jú, tað hevur verið eitt sindur stríggið at fáa nóg mikið av egnarum.

- Hjá okkum er tí mest talan um eldri menn. Tað unga, tað sært tú slett ikki, sigur Johan.

Inni í egningarskúrinum er tann elsti maðurin um tey áttati. Tann yngsti ein tannáringur.


Seinasta egningin

Hóast veðrið var av tí fagrasta henda hósdagin á Oyrarbakka, helt tað ikki monnum aftur í at gera sítt arbeiði til lítar.

Inni í egningarskúrinum á havnarlagnum vóru teir hesa løtuna í ferð við at rekja línur um. Hesa løtuna var altso ikki egning á skránni.

At rekja eina línu um merkir stutt sagt, at rætta húkarnar av, reinsa teir fyri agn og koyra teir upp á stokkar aftur.

Hugagóðir stóðu teir og gjørdu hetta arbeiðið, væl vitandi um at hetta verður ein av teimum seinastu arbeiðsdøgunum á hesum sinni - kanska enntá tann seinasti!

- Menn tosa um at fara í summarferiu, so tað verða neyvan nógvir arbeiðsdagar aftrat, greiðir Johan frá.

Gunnvá er útgjørd bæði við vanliga egndum línum, og línum við stokki og sum verður egnd umborð á bátinum.

Teir hava einar 100 stampar av hvørjum.


Akkurát fyri olju

Hesin egningarskúrurin hjá Gunnvá er væl gjørdur og væl útgjørdur eisini. Henda dagin vóru teir seks mans til arbeiðis, men her er pláss til so mangar sum 12 mans.

- Vanliga eru vit einir átta mans til arbeiðis, sigur Johan.

Í seinastuni hevur útróðurin verið heldur smáligur. Tað er so sum Johan sigur: - Vit hava akkurát kneykrað eini 50 pund uppá stampin.

- Tað er alt ov lítið. Tað er lítið meiri enn fyri útreiðslurnar!

Teir skulu annars ikki klaga um fiskiskap, men henda seinasta hálvan annan mánaðin er fiskiskapurin minkaður rættiliga nógv.


Fiskarí

Gongst sum ætlað verður byrjað aftur um hálvan august.

- Men hinvegin, blívur fiskarí so starta vit sjálvandi áðrenn, slær Johan fast.

Tá Johan hyggur aftur á hetta farna árið, kann hann ikki annað enn lata væl at útróðrinum.

- Tað er bert í seinastuni at tað hevur verið sera slakt, sigur hann.