Menn eru ójavnir á máli, um tað er gott hjá KÍ at spæla heimadystir á norðoyastevnu, á summarfestivalinum, og á tí árliga sjómannadegnum.
Teir næstbestu hjá KÍ gjørdu so ikki sítt at basa norðoyastevnu-jinxinum í kvøld. KÍ tók ímóti Giza Hoyvík í 1. deildardysti við Djúpumýru, og hóast eina dreymabyrjan stóð KÍ eftir við ongum við dystarlok.
Steffan Kalsø legði KÍ á odda longu tá tríggir minuttir vóru farnir av dystinum. Sami Steffan Kalsø var vístur av vølli, tá ein tími var farin av dystinum, so KÍ mátti spæla seinasta hálva tíman við einum manni í undirtali.
Seks minuttir aftaná Steffan Kalsø hevði lagt KÍ á odda javnaði Ahmed Keita til 1-1, og tá 70 minuttir vóru leiktir skoraði Magnar Kári Vang sigursmálið fyri Giza Hoyvík. Umframt trý góð stig fekk Giza Hoyvík eisini eitt norðoyastevnusteyp við sær til suður.
Giza Hoyvík liggur á einum triðja plássi við 21 stigum. KÍ liggur á einum sætta plássið við 15 stigum.
(Mynd: Kenneth Hovgaard)