Bárður á Reynatrøð, Arnbjørn Svensson og Ingi Jonhardsson hava allir gjørt nýggjan sáttmála við Víking. Tað boðar felagið frá.
- Bárður er ein ungur, evnaríkur málmaður, ið mennist við fullari ferð. Hann hevur havt eitt framúr kappingár, og tí var tað eisini fult uppiborðið, at hann bleiv úttikin á landsliðið herfyrr. Bárður hevur verður fastur maður á U-landsliðunum allan vegin uppeftir, skrivar Víkingur.
- Arnbjørn er eisini ein av okkara lokalu spælarum, sum hevur fingið ein berandi leiklut seinastu árini. Á Betri liðnum hevur Arnbjørn fyri tað mesta spælt á høgra kanti, men hevur eisini víst seg at vera ein spælari, ið kann røkja nógv pláss. Fyri uttan at vera partur av U-landsliðunum allan vegin uppeftir, so hevur Arnbjørn einans umboða Víking, skrivar Víkingur.
- 21 ára gamli leirvíkingurin er ein av okkara ungu spælarum, sum vit hava sæð meir og meir til seinastu árini. Eisini hevur Ingi verið partur av U17, U19 og U21 landsliðnum. Ingi hevur spælt bæði sum vinstri bakkur og kantur, og er ein sera kvikur og hartarbeiðandi spælari, skrivar Víkingur.
Hartil er Poul Kallberg komi til av Skála, og sáttmálin við Noah Mneney er eisini longdur við tveimum árum.
##med2##
##med3##