Teir laða vestara áarbakka í Gøtu

Tað eru grótlaðararnir, Andrias Jacobsen, róptur Dia í Leynum og Adrian Stauss í Leirvík, sum gera laðingararbeiðið.

 

Nýggju býráðshúsini í Norðragøtu eru ein rættilig perla í Eysturkommunu, og forvitni um henda serstaka bygning hevur verið rættiliga stórt, síðan bygningurin varð tikin í nýtslu.

 

Býráðshúsini kosta 22 miljónir krónur, og í Eysturkommunu halda tey seg hava fingið nógv fyri pengarnar.

 

- Her hava vit umleið 600 fermetrar, og tað merkir, at fermetraprísurin kanska er eitt sindur høgur, men hann er ikki ekstremt høgur, heldur borgarstjórin, Jóhan Christiansen.

 

Seinastu vikurnar hevur verið laðað uppundir áarbakkan á vestaru síðu í ánni, sum rennur undir býráðshúsunum.

 

Tað eru grótlaðararnir, Andrias Jacobsen, róptur Dia í Leynum og Adrian Stauss í Leirvík, sum gera laðingararbeiðið.

 

Oscar Poulsen hevur grivið fyri og hevur líka sum lagt teir fyrstu steinarnar sum fundament undir laðingini. Grivið er umleið hálvan metur niður í ánna, áðrenn teir fyrstu steinarar vórðu lagdir.

 

Laðingin oman við áarbakkanum vestaru megin í ánni er einar 35 metrar, og garðurin er umleið tveir metrar høgur - laðaður eftir lendinum.

 

Jóhan Christiansen sigur, at ætlanin hjá kommununi er at varðveita umhvørvið kring ánna sum best, og seinni er so ætlanin eisini at hampa um áarbakkan eystaru megin ánna.