Hvussu hevur árið 2014 verið?
- Árið hevur verið sera gott hjá familjuni, og tað kennist, sum hetta árið hevur gingið sera skjótt. Hetta hevur eisini verið eitt gott ár á arbeiðsplássinum við nógvum virksemi, og politiskt hava vit hildið fast í samhaldsføstu kósini.
Tað sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, sum leggur aftrat. at komandi ár fara nógvar av íløgunum hjá kommununi at taka skap, og tað verður sera positivt.
- Hetta hevur verið eitt ár við nógvum góðum og hendingaríkum løtum, og trupult er at taka nakað burturúr.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?
- At vit blivu foreldur fyri aðru ferð, hesaferð til ein fittan son, sum longu nú er hálvt ára gamal. Vit gjørdust eisini húsaeigarar í mars í ár, og hesi tingini hava eisini verið við til at gjørt árið 2014 einastandandi, sigur Tróndur Sigurðsson.
Men, er tað nakað, sum býráðslimurin helst vil gloyma frá 2014?
- Tá fíggjarnevndini hjá Tórshavnar býráði var í arbeiðsørindum í Keypmannahavn, fóru vit eftir langan arbeiðsdagdag út at eta á Christiania um kvøldið. Borgarstjórin og Sjúrður Olsen kendu seg illa á Christiania og fóru sera tíðliga heim, meðan Jógvan Arge og eg ótu væl smakkandi búffin. Heðin og Sjúrður kundu nú havt mannað seg upp og etið búffin lidnan!
Hvat ynskir tú tær í 2015?
- At heimurin verður meira friðarligur og samhaldsfastur, at IS og aðrir fundamentalistiskir felagskapir hvørva úr heimsmyndini - og at HB aftur verður føroyameistari í fótbólti, sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Tórshavnar kommunu.