Teir í Herfølge hava fingið gummibein

Jákup Mikkelsen og teir iðra seg um, at teir ikki tóku av, tá møguleiki var fyri at økja um frástøðuna til Brøndby

Stríðið um danska meistaraskapin í fótbólti er vorðið ein sannur gysari. Munurin millum Herfølge og Brøndby er tann sami, sum hann hevur verið, men Brøndby hevur nú bara tveir dystir at vinna tey trý stigini inn á Herfølge, sum tað er neyðugt hjá teimum at gera, um teir skulu taka DM frá Jákupi Mikkelsen og teimum.

Men samstundis er tað ein veruleiki, at Herfølge sunnudagin hálvklossaði á heimavølli móti OB, og tað var púra óneyðugt:

? Vit høvdu greitt tak á teimum, og tað eigur ikki at koma fyri, at vit sleppa teimum inn aftur í dystin, tá vit miðskeiðis í 2. hálvleiki eru á odda við tveimum málum.

Hetta sigur Jákup Mikkelsen úr Herfølge, og venjarin hjá honum, John Faxe Jensen, roynir at finna orsøkina til, at OB síðsta korterið fekk loyvi at skora tvey mál:

? Tað er ikki tilvitað, men tað tóktist sum um okkara menn høvdu hug at taka seg eitt sindur aftur á vøllin, tá sigurin tóktist vera vísur. Tað skuldu vit ikki havt gjørt. Okkara stílur er at kroysta mótstøðumenninar frammarlaga á vøllinum. Tá teir fingu høvi at koma ígjøgnum í síðunum gjørdist tað vandamikið í brotsteiginum hjá okkum. Okkara spælarar eru ikki vanir at vera so tætt við at vinna DM, so tað kann gott vera, at teir fingu gummibein síðstu løtuna, segði John Faxe Jensen við danskar fjølmiðlar.


Áttu at bundið um

Burtursæð frá síðsta korterinum hevði Herfølge fyri tað mesta gott tak á mótstøðumonnunum. Tá tað var hálvleikt stóð á jøvnum 1?1. OB legði bragdliga fyri eftir steðgin, men við eitt skoraði Herfølge, og tá teir miðskeiðis í 2. hálvleiki øktu til 3?1 var fagnaðurin á og kring vøllin øgiligur.

Og so var tað, at gummibeinini gjørdu um seg. OB heilfluktaði framvið Jákupi Mikkelsen til 3?2, og tá tað restaðu fimm minuttir longdu teir innkast úr høgru og inn fyri málið, har eftiransingarnar vóru alt annað enn góðar. Ein av verjuspælarunum vildi hava, at Jákup skuldi havt verið úti og boksað bóltin burtur, men undir øllum umstøðum var tað ein veruleiki, at Herfølge fekk eitt stig burturúr á heimavølli.


Todi alla tíðina

Størsta áskoðarafjøldin sunnudagin var í Brøndby, har FCK vitjaði og fekk 1?1 javnleik.

Hjá Herfølge kom tað sjálvandi væl við, at Todi Jónsson og teir syrgdu fyri, at Brøndby ikki kundi eta seg inn á oddaliðið, men samstundis kundu troyttu Herfølge menninir, sum vóru lidnir við sín dyst, áðrenn fyrsta bríkslið í Herfølge, staðfesta, at FCK verður torført at spæla ímóti komandi sunnudag. Todi Jónsson og teir tykjast hava rætta lagið stutt undan kappingarenda, men úrtøkan er framvegis lítil.

Todi Jónsson var við allar 90 minuttirnar. Í 1. hálvleiki var hann miðframherji í 4?3?3 spælskipanini, og í 2. hálvleiki var hann ytstur á miðvøllinum í vinstru. Tá var skipanin 4?4?2. Todi var væl við í samanspælinum, og onkra ferðina var um reppið, at hann megnaði at slíta seg leysan við bóltinum. Brøndby menninir fingu tvey gul kort fyri at fella føroyska álopsmannin.

Norðmaðurin Harald Brattbakk setti hol á fyri FCK, og fyri hálvleik javnaði sviin Mattis Jonsson. Í 2. hálvleiki var FCK leikliga omaná. Serliga var tað myrki Zuma, sum var framúr, men teir fingu einki mál. Brøndby hevði fleiri góðar møguleikar, men FCK málverjin, Karim Zaza, sum er á veg burtur frá felagnum, stóð sera væl.


AaB burturúr

Sunnudagin varð tað greitt, at meistarastríðið verður bara millum Herfølge og Brøndby. AaB varð avhølvað 7?2 í Viborg, og nú eru teir smokkaðir so mikið burtur ímillum, at alt bendir á, at Herfølge í hvussu so er fær silvurkrónurnar.

Silkeborg, sum hevur verið mett sum møguligt evni til medaljurnar, var ikki væl upplagt í Lyngby, har tað endaði 0?0. AB hevur eisini havt medaljur at spæla fyri. Teir megnaðu ikki meiri enn 2?2 í Århus. Felagið hjá Óla Johannesen er framvegis hótt av niðurflyting, men dumpiplássini vóru í gjár framvegis hjá Vejle og Esbjerg, sum hittust í gjárkvøldið.

Komandi hóskvøld verður sannur spenningur í. Tá skal Herfølge spæla í Silkeborg, og Brøndby skal spæla í Gladsaxe móti AB. Sjónvarpsrásin TV3+ fer at senda beinleiðis frá báðum dystunum. Tann sendingin byrjar klokkan 17.30, og tveir tímar seinni verður greitt, um tað framvegis verður spenningur um meistaraskapin, tá FCK sunnudagin fer at vitja í Herfølge. Tá skal Brøndby spæla á heimavølli móti vónbrotna AaB.