Tað er vanligt, at í næstan hvørjum felagi finnast tilkomnir leikarar, ið enn hava vilja og orku til at luttaka í kappingum á høgum stigi og stuðla teimum yngri við sínum drúgvu royndum.
Í føroyskum fótbólti eru leikarar yvir tey tríati í øllum liðunum.
Merkisvert er, at av teimum 32 spælarum omanfyri 30 ára aldur, sum higartil hava leikt í 1.deild , umboða 11 teirra tey bæði suðuroyarfeløgini. Hetta kundi bent á, at bæði VB og Sumba mangla ungar kreftir. Evnaríkar leikarar, ið eru førir fyri av taka yvir í bestu føroysku deildini.
Sjey vágbingar, ið eiga fastan sess á besta liðnum í bygdini, eru føddir í seksti-árunum. Og umframt teir fýra sumbingarnar, sum longu hava verið á vøllinum í hesum kappingarárinum, sita vanliga fastir fúsir so sum Fróði Mortensen og Páll Magnar Kjærbæk skaddir uttanfyri. Báðir hava teir langt síðan hildið sín 30-ára føðingardag.
Tíggju av teimum 32 »gomlu leikarunum« í 1.deild eru av útlendskum uppruna.
Tað merkir, at næstan helvtin av útlendingum í føroyskum fótbólti eru yvir 30-ára aldursmarkið.
Eisini tann elsti leikarin í 1.deild, og elsti málskjúttin eru útlendingar, ávikavist úr Póllandi og Rumenia.
39-ára gamli Waldemar Nowicki hevur vart málið hjá B71 í nógv ár, meðan hin 37-ara gamli Gheorghe Ciure úr HB á fyrsta sinni luttekur í føroysku kappingini.
Tann lítli rumenin, ið eisini er róptur Gigi, skoraði einasta málið í dystinum millum HB og KÍ. Gigi er eisini elsti útileikarin í 1.deild, sum er fastur maður á sínum liði.
Elsti føroyski leikarin í fremstu deildini higartil er (leikandi) venjarin hjá B68, Jóannes Jakobsen.
Fyrrverandi landsliðsformaðurin og núverandi B68-venjarin, ið er 38 ár í dag, skifti seg sjálvan inn móti endanum av dystinum í Sumba, tá leikarar hansara høvdu greiða fermála leiðslu..
Jóannes spældi ikki í 1.deild í 1998 og 1999, og seinast hann var at síggja á vøllinum á so høgum støði, var fyri næstan trimum árum síðani, tá ið hann vandi klaksvíkingar.
Tað gekk ikki so væl hjá Jóannesi Jakobsen ta lítlu løtuna, meðan hann var á vøllinum suðuri á Krossinum. Hann fekk eitt gult kort, og so minkaði heimaliðið um munin til endarliga úrslitið 4-1.
Málskjúttin hjá sumbingum, 34-ára gamli Jan Poulsen, er elsti føroyski málskjúttin í 1.deild, nú trý umfør eru leikt.
Liðfelagi hansara, Marlon Kjærbo, er elsti føroyingurin, ið dagliga leikar í 1.deild.
Royndi verjuskansin hjá sumbingum, sum fyllir 38 í ár, kom aftur til barndómsfelagið eftir eitt ár í útlegd á Tvøroyri.
Vit kunnu eisini nevna, at tað er møguligt, men ikki serliga sannlíkt, at teir elstu leikararnir í 1.deild í fjør, toftamaðurin Aksel Højgaard og runavíkingurin Àbraham Hansen (báðir eru føddir í 1959) fara at gera eitt ?come-back? afturat.