Teir gomlu eru teir raskastu

Gamli rockbólkurin Status Quo er tann mest arbeiðssami rockbólkurin í Bretlandi. Tað hevur felagsskapurin Publishing Right Society staðfest.

Status Quo spældi 35 bretskar konsertir fyri 300.000 fólkum í fjør, og tað er mest umfatandi virksemi hjá nøkrum bretskum bólki.

- Vit hava altíð lagt stóran dent at spæla konsertir fyri okkara fjepparum, og framvegis í dag er einki so gott, sum at standa á palli og spæla - tað er tað, sum vit tíma allarbest, sigur Francis Rossi, sangari í Status Quo, við Idiomag.com

Nummar 2 á listanum yvir mest virknu bretsku bólkarnar í 2008 er Take That, sum gjørdi comeback í fjør, og á topp 5 eru eisini Keiser Chiefs, Sugababes og Spice Girls.