Teir fegnast um úrslitið

Tað sær í løtuni út til, at Javnaðarflokkurin fær reinan meiriluta í Tórshavnar býráð.

Úrslitini úr restini av kommununi tykist ikki at hava broytt upp á úrslitið á Hálsi og tað merkir, at Javnaðarflokkurin fær sjey umboð í býráðið, og tí kann flokkurin sjálvur skipa leiðsluna í býráðnum.

Heðin Mortensen er aftur við hetta býráðsvalið stóri atkvøðuslúkurin, og formaður floksins, Aksel V. Johannesen kom sjálvandi niðan í høllina at ynskja borgarstjóranum tillukku.

Á myndini fegnast teir báðir høvdingarnir um úrslitið hjá flokkinum.