Kvívíkar kommuna hevur sum nakað nýtt sett tveir lærlingar, Kristian Martin Elmelund Kjærbæk og Edvard Petersen, í læru sum húsavørðar.
- Kristian Martin, sum býr í Sandavági, hevur tøtt ættarbond í Kvívík. Hann byrjaði í læru í februar. Edvard, sum býr í Leynum, byrjaði í læru í mai. Hann hevur verið í starvi hjá Kvívíkar kommunu síðan 2017.
Í Kvívíkar kommuna siga tey, at tað er teirra ynski at vera við til at útbúgva starvsfólkið. Kommunan hevur fleiri bygningar og maskinur at røkja. Tí hevur kommunan valt at seta lærlingar á hesum øki.
- Sum húsavørðar koma teir eitt nú at arbeiða við viðlíkahaldi av bygningum og maskinum í kommununi, heilt av Skælingi og út á Válin. Eisini verða smærri málara-, elektrikara-og hvs-uppgávur at halda.
Kvívíkar kommuna leggur stóra orku í, at lærlingarnir fáa eina dygdargóða útbúgving, har tað er trygt at fara víðari á yrkisleiðini eftir lokna útbúgving, og at trivnaðurin er góður í og eftir lærutíðina.
- Lærutíðin er trý ár og níggju mánaðir, og harav eru nakrar vikur á tekniskum skúla í Danmark. Lærumeistarar eru Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri og Joen Jacob Andreasen, tøknileiðari.
Í kommununi siga tey, at útbúgvingin sum húsavørður gevur góðar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum og til at fara undir víðari lesnað, eitt nú sum byggifrøðing, byggiteknikara og annað.
##med2##