Teir eru favorittar

Ein tann royndasti leikarin á mansliðnum hjá Mjølnir er Trygvi H. Poulsen. Hann sigur, at tað eru sørvingar, sum eru favorittar í mansfinaluni í dag.

Sigursvanda mansliðið í flogbólti hjá klaksvíkingum noyðist í steypafinaluni í ár at taka til takkar við at verða tað, sum á altjóða málið verður rópt ?the underdogs?. Tað vil siga, at mótstøðuliðið er favorittur, men tað hava teir einki ímóti.
 
Vit skulu raka dagin
Trygvi Poulsen hevur verið við í nógv ár, og hann ásannar, at um Mjølnir skal gera sær nakrar vónir um at vinna steypafinaluna, so er neyðugt, at teir spæla væl betur, enn teir hava gjørt í seinastuni.
- Vit hava als ikki spælt nóg væl seinastu umførini, og tað er kanska ein trupulleiki hjá okkum, at tað hvílir ov nógv á teimum bestu spælarunum. Skulu vit vinna finaluna, so krevur tað ein góðan liðinnsats frá øllum spælarunum, og so noyðast vit sum lið eisini at raka dagin, sigur Trygvi.
Trygvi ásannar, at tað verður ein trupul uppgáva at basa sørvingum, tí teir eru sera væl fyri í løtuni. Hann heldur eitt nú, at leikandi venjarin hjá sørvingum, Rajko Petrovic, ongantíð hevur havt eitt so gott kappingarár sum í ár, og tað er ein avgjørdur styrkur hjá SÍ í ár.
-                     - Teir eru sera sterkir í ár, og tað er eingin ivi um, at teir mugu metast sum favorittar, tí teir hava verið nógv tað mest støðuga liðið í ár, sigur Trygvi Poulsen.
 
Steypakappingin kann bjarga árinum
Alt bendir nú á, at SÍ fer at gerast føroyameistari, og Trygvi Poulsen viðgongur eisini, at teir í Mjølnir hava avskrivað at verja meistaraheitið.
- Meistaraheitið er farið, og tí er tað umráðandi hjá okkum at vinna finaluna, tí tað kann bjarga okkum árinum, sigur hann.
Allir mans eru tøkir hjá Mjølnir til finaluna, og hóast onkur hevur havt onkran smærri snudd at dragast við, so er tað ikki nakað, ið forðar fyri luttøku í finaluni, greiðir Trygvi H. Poulsen frá.
- Sjálvur vænti eg eina javna og væl spælda finalu, og vit gleða okkum at spæla í teimum karmum, sum eru til steypafinalurnar í flogbólti, sigur Trygvi.
At tað verða nógvir klaksvíkingar á áskoðaraplássunum til finalurnar, er Trygvi ikki í iva um. Mjølnir er umboðað í bæði kvinnu- og mansfinaluni, og klaksvíkingar eru kendir fyri at stuðla sínum ítróttarfólki dyggiliga kring alt landið.- Tað verður spennandi, og tað hevði verið hugaligt, um vit kundu farið norður til Klaksvíkar aftur við báðum steypunum, sigur Trygvi H. Poulsen at enda.