Teir egna til Skuraklett

Hóast streymurin er harður í løtuni, so er altíð gott at vera til reiðar, tá hann fer at minka aftur.

Hvannasund: Í einum skúri á havnalagnum stendur ein bilur uttanfyri.
Inni í skúrinum er ljós, og inn gjøgnum vindeygað síggjast tveir mans standa og egna nakrar stampar.
Tað eru brøðurnir Heðin og Jústinus í Frammistovu, sum ídnir gera seg til at fara á næsta túrin við 15 tons útróðrarbáti teirra, Skurakletti. Hann hevur eyðkennismerkið KG 127.
Seinnapartin hósdagin lá hesin við bryggju, fáar metrar frá egningarskúrinum, og bíðaði bert eftir líkindum at fara til útróðrar aftur.
- Streymurin er nakað harður í løtuni, so vit fara ikki avstað beinanvegin, sigur Heðin.
Teir lata annars heilt hampiligt at útróðrinum higartil í ár.