Ein kanning í USA vísir, at hvørki av teimum báðum forsetavalevnunum, George W. Bush og John Kerry, duga at fáa samband við teir kvinnuligu veljararnar.
Lifetime Television, sum hevur gjørt kanningina, sigur, at hvørki Bush ella Kerry duga at seta seg inn í viðurskiftini hjá kvinnunum, og at teir eru púra sørir, tá tey snýr seg um tær ungu kvinnurnar. Minni enn 10 prosent av kvinnunum halda, at Bush og Kerry skilja teirra trupulleikar, og sambært Lifetime Television sigur tað eitt sindur um, hví næstan 60 prosent av teimum ivingasomu veljarunum eru kvinnur.
Kortini er tað ein sannroynd, at á einum amerikonskum forsetavali eru tað serliga kvinnurnar, sum fara í valhølið. Á valinum fyri fýra árum síðani vóru næstan átta milliónir fleiri kvinnur enn menn á vali. USA hevur ongantíð havt eina kvinnu í forsetaembætinum, og næstan 20 prosent av kvinnunum siga í kanningini, at tær vænta heldur ikki, at ein kvinna kemur í forsetaembætið.