Tunnilsgerð
Fyrsta skotið fyri undistjóvartunnlinum undir Vestmannasundi Vágamegin, verður skotið týsdagin 27. februar 2001 klokkan 14.30. Borað varð fyri skotinum mánadagin.
Kavi er, og glerpípurnar hanga síðar niður úr hamrinum, sum gjørdur er við inntakið. Tað er kortini væl koyrandi eftir arbeiðsvegnum suður av Fútakletti. Lastbilarnir hjá Byggifelagnum J&K Petersen ferðast aftur og fram við tilfari til vegin. Ein gravimaskina stendur í Marknaánni og leggur oman yvir stálrørið, sum gera skal brúnna um ánna. Og longur suðuri er ein onnur maskina í ferð við at slætta tilfarið, lastbilarnir leggja eftir seg.
Suðuri móti inntakinum stutt norðan fyri Kálvadalsá eru menn í ferð við at smíða. Teir gera skúrar av samansettum bingjum. Sum skilst, skal hetta líkasum vera høvuðsstøð hjá NCC, nú farið verður at bora.
Ein bláur jeepur kemur norður eftir vegnum. Tað er bossurin hjá J&K, sum hevur verið og hugt at, hvussu stendur til har suðuri við endan.
- Jú, tað gongur væl, letur hann at. Vit skuldu lata vegin til NCC tann 5. mars, men lótu hann longu tann 7. februar, sigur John Petersen. Sostatt kunnu teir skjóta væl fyrr, enn væntað.
Og teir eru við at gera klárt til fyrsta skotið, sum skjótast skal týsdagin 27. februar.
Ein stór maskina við trimum borum stendur og borar inn í bergið. Fyrsta tekinið til, at nú verður av álvara farið undir boringina hesumegin. Og gongur eftir ætlan, fara teir at koma saman undir Sundinum í hesum árinum. Metingarnar siga, at tað verður um mánaðarskiftið november/december.
Tað rekur suður við landinum. Æðurnar liggja og andøva út fyri. Tær tykjast líkasum hava vant seg við larmin. Tær munnu vera vanar við eitt sindur av hvørjum her fram við landinum suður frá Oyrargjógv.
Tað tjúknar norðuri í Sundinum. Enn eitt kavaæl er á veg, so best er at fáa tikið eina mynd, áðrenn ov tjúkt verður, og so bara sleppa sær norður aftur á vegin og upp um hálsin.
Í morgin verður neyvan so rúmligt her suðuri. Ivaleyst verða tá fleiri, sum eru boðin at koma framvið at síggja, tá fyrsta skotið verður latið av fyri tunnilsboringini úr Vágum undir Vestmannasund.










