Teilendska kenslumálaráðið brennur

Ófriðurin í Teilandi herðnar, og sambært teimum seinastu tíðindunum hava mótmælisfólk sett eld á kenslumálaráðið Fleiri hundrað stríðsklæddir stjórnarhermenn eru farnir inn í miðbýin, har umleið 4.000 mótmælisfólk hava hersett eitt øki, har fleiri stjórnarskrivstovur eru.

Summar tíðindastovur skriva, at mótmælisfólk hava tveitt heimagjørdar brandbumbur inn í kenslumálaráðið, sum nú stendur í ljósum loga.

Teilendski herurin hevur hótt við at taka øll stig, sum eru neyðug fyri at tryggja lóg og landaskil.

Minst 77 fólk hava fingið skaða í samanbrestum millum mótmælisfólk og hermenninar, sum brúka táragass og vatnkanónir.