TeenStreet manglar leiðarar

Fyrireikingarnar til stóru kristnu summarleguna ganga væl, men enn vanta leiðarar

Árliga altjóða ungdómslegan TeenStreet verður í skúlanum á Argjahamri í døgunum frá 4. til 8. august. Fyrireikingarnar ganga væl, men enn vanta hjálparfólk og leiðarar, siga tey, ið skipa fyri.

 

Tey frætta tí fegin frá fólki, sum kundu hugsað sær at hjálpt til við leguni.

 

­– Nógv verður á skránni á TeenStreet. Serliga eru tað konsertirnar, sum vera í høllini í skúlanum, samanhaldið, og ikki minst persónliga menningin, sum tannáringarnir gleða seg til. Fyrireikararnir hava í mong ár spurt tannáringarnar um hvat er gott og hvat kann gerast betur á legunum. Flestu tannáringar svara, og tað er týðuligt, at persónliga menningin er ovast á listanum yvir góð ting við Teenstreet, sigur fyrireikararnir.

 

Stóra stuðulsrenningin verður í miðbýnum í Havn seinnapartin, leygardagin 7. august. Meira frættist um hetta ein av komandi døgunum.

 

– Øll kunnu vera við í renningini – eisini tey sum ikki eru á legu. Talan verður um eitt festligt tiltak við tónleiki, vatni, undirhaldið og nógvari orku frá teimum ungu.

 

Í løtuni sita fyrireikararnir og seta liðini saman, og seinasta hond verður løgd á stuðulsrenningina. 

 

Nógv útgerð kemur úr Týsklandi. Hendan útgerð skal nýtast til at geva leguni ein altjóða dám og skal gera, at legurnar kring heimin líkjast.