413 føroyingar hava seinastu vikuna verið í týska býnum Oldenburg, sum í ár er karmur um altjóða kristiligu ungdómsráðstevnuna Teenstreet, ið túsundtals føroyingar hava vitjað síðan stevnan fyrstu ferð bleiv hildin í 1993.
Nógv ymiskt er á skránni hesar dagarnar og fyrradagin var stuðulsrenningin RAG, Raise and Give, til frama fyri flóttafólk í Grikkalandi, Serbia og Italia. Luttakararnir høvdu áðrenn tey fóru til Týskland fingið sær stuðlar, ið góvu antin nakrar krónur fyri hvørt umfar ella eina fasta upphædd.
Ikki kann sigast annað enn, at luttakararnir vóru góð umboð fyri føroysku tjóðina, tí nærum helmingurin av savnaða peninginum kom frá føroyskum luttakarunum, skrivar TeenStreet Føroyar í dag.
- Føroyingar hava í ár runnið tilsamans 1878 kilometrar. Ímillum topp 15 av teimum, sum hava savnað mest, vóru 11 føroyingar. Tilsamans vóru 418.700 krónur savnaðar til RAG renningina og av hesum 418.700 krónum hava føroyingar savnað 195.000 krónur! Tað svarar næstan til helvtina av øllum, skrivar TeenStreet Føroyar.