406 føroyingar eru í hesum døgum í týska býnum Offenburg, har árliga summarstevnan Teenstreet fór av bakkastokki um vikuskiftið.
Longu fríggjadagin byrjaði ferðin hjá teimum fyrstu føroyingunum. Fríggjakvøldi og leygardagin byrjaði so økið at fyllast við føroyingum, ið komu við bilum, bussum og flogførum. Stevnan sjálv byrjaði leygardagin.
270 av teimum 406 luttakaranum eru ung, harav 170 teirra eru við fyri fyrstu ferð. Hini 136 fólkini eru starvsfólk av ymiskum slag. Tilsamans eru umleið 4000 fólk við á summarstevnuni, ið felagsskapurin Operation Mobilisatión skipar fyri.