Høvið verður hjá ólavsøkugestunum at hoyra fleiri av sangunum, sum eru á nýggju fløguni hjá Theodor Petersen Í farnu viku kom fløgan hjá Theodor ?Teddi? Petersen. Á fløguni eru bæði enskir, føroyskir, íslendskir og norskir sangir. Talan er um andaligar sangir og countrysangir, sum eru millum yndissangirnar hjá honum. Teddi fer saman við døtrum sínum - sum eisini syngja við á fløguni - at syngja fleiri av sangunum, sum eru á nýggju fløguni. Hetta verður á útimøtinum hjá Evangeliiðhúsinum, sum verður uttanfyri Gamla Bókhandil, kl. 20 í kvøld.