Team Klaksvík: - Vit koma sterkt aftur

-Vit hava havt nógvar skaðar, og ávirkar tað sjálvandi úrslitini, sigur venjarin, Pole J. Hansen.

Hetta er fyrsta árið, at Team Klaksvík spælir í fremstu deildini, nevnd Atlantic Airways-deildin.

Fyrr í ár segði Pole, at málið var at vinna onkran dyst og enda á einum 5. plássi.

- Tað er framvegis realistiskt. Spælararnir mangla bara rutinu, sigur venjarin, og lovar, at teir fara at vinna dystir nú.

-Eg vil standa fast við, at Team Klaksvík endar á einum fínum 5. plássi.

 

Næsti dystur hjá Team Klaksvík verður ímóti Neistanum í Havn, sunnudagin 14. november.