Farnu dagarnar eru hálvfinalurnar í tí niðara endaspælinum avgreiddar.
Staðfestast má, at Team Klaksvík og StÍF vunnu ruddiligar hálvfinalusigrar, og skulu tí spæla finaluna í niðara endaspælinum í Burn Mansdeildini komandi leygardag.
Úrslitini gjørdust hesi (kelda: hsf.fo):
Mikudagin 31. mars:
Hálvfinala 1 Team Klaksvík – H71 2 34-24 (18-17)
Hálvfinala 1 Kyndil – StÍF 26-30 (13-13)
Leygardagin 3. apríl:
Hálvfinala 2 H71 2 – Team Klaksvík 24-35 (11-20)
Hálvfinala 2 StÍF – Kyndil 32-19 (13-11)
Bjarni í Selvindi hjá StÍF skoraði samanlagt 20 mál í báðum hálvfinalunum móti Kyndli, og Valentino Valentakovic hjá Team Klaksvík skoraði samanlagt 14 mál í báðum hálvfinalunum móti H71 2.